Heim í Himmalin vit ferðast hina beinu, smølu leið

Orð og lag: Lelia N. Morris
Týtt: Victor Danielsen

1. Heim í Himmalin vit ferðast hina beinu, smølu leið,
sum Guds vitni undan okkum gingu fyrr;
Kristi krossur er vár æra, hvørt eitt spor vár fótur steig,
sum vit stevna á tær opnu himmaldyr.

Niðurlag: Um tað alt vit skulu tala saman tá,
tá ið tú og eg hin ljósa staðin ná,
hvussu grátur mangan rann,
hvussu trúgvin alt tó vann –
um tað alt vit skulu tala saman tá.

2. Ein er tímin, eingin kennir, einglar vita ei um hann,
tá í dýrd av Himli Harrin koma skal,
tá úr grøv tey frelstu rísa, og hvør sál, sum Jesus fann,
verður umbroytt til at møta honum sæl.

3. Við profetum og ápostlum, við Guds vitnum øllum tá
minnast vit ta náði, sum her okkum bar;
best av øllum: Har er Jesus, konga Kong vit skulu sjá,
sameint prísa honum allar ævir har.

FavoriteLoadingGoym tekstin