Heim til Himmalin við brúðarskaranum tú ert á ferð

Orð og lag (1994): Kajfinn Hammer

1. Heim til Himmalin við brúðarskaranum tú ert á ferð
gjøgnum hesa dálkaðu av synd so óndu, falnu verð;
mangar freistingar teg tøla, ja, mangt dálka vil teg víst,
men í Jesu Navni tú tó altíð sigraði til síðst!

Niðurlag: Lat tí klæði tíni altíð vera hvít,
og lat ikki olju tróta á høvdi tínum her!
Vandin varða um hitt hvíta brúðarlín,
tú í trúnni glaður ber.

2. Hungur sendi Eg í landið, hungur eftir Orði Guðs,
og hvør niðurboygd og plágað sál skal aftur gerast glað.
Eins og Naftali, sum hind, ið leys er sloppin, spælir sær,
so kann sál tín prísa Guði fylt við gleði dag um dag!

3. Undurfulla framtíð Harrin gevur tær og eina vón,
og tú kennir Andans salving og tá sært tú hesa sjón:
Síggj, Eg skapi nakað nýtt, ja, hygg, tað spírar longu nú,
undurfullan frið sum flóðin – mitt í henni stendur tú!

4. Eins og Ehud eina gomer langt tvíeggjað svørð tú tak,
og við høgru lið tað bind, til reiðar statt, ja, bið og vak!
Kappar tínir, Teman, skulu dvína, fella heilt í fátt!
Pálmaborgin opin stendur, vinur, málið tað er nátt!

5. Hesin heimur er eitt hermót fyri brúður Jesu Krists,
mong í stríðnum snúgva undan, Andans eld tey hava mist;
og Hin Óndi leikar í og sum ein leyva vísir tenn,
óttast tú ei fyri honum, men sig: Harrin livir enn!

FavoriteLoadingGoym tekstin