Heima

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Regin Dahl
Viðmerking: Yrktur í 1908.

1. Aftur síggi eg tindar, sum setandi sól
gevur gullglæmu bjarta og skæra,
og dalar, ið gleða, tí angandi urt
ger várlættan hugin.
Aftur hoyri eg dunið av áum,
sum oman í brekkurnar fara.

2. Aftur síggi eg strendur, eins enn og fyrr
móti klettinum havaldan dandar. –
Hon mutlar so hulið, hvat sigur hon mær?
Eg fati tað ikki.
Kanska hon kvøður um gleði
og kanska um sorg og um vandar.

3. Eg tveiti meg niður á grasgrønan vøll
og andi so lætt og so leingi.
Nú eri eg heima, og njóta eg vil
mítt heim eina løtu.
Lotini skula mær syngja
lagið á summarsins sangi.

FavoriteLoadingGoym tekstin