Heima er so hjartaligt eitt orð

Eyðun á Lakjuni
Orð: Símun av Skarði
Lag: Eyðun á Lakjuni
Viðmerking: Triði partur í yrking frá 1913 til 70-ára føðingardag móður hansara.

1. “Heima” er so hjartaligt eitt orð,
heima er tó altíð best at vera;
hvar á foldum falla míni spor,
heimið eg í huga tó man bera.

2. Tøkk, mín móðir! fyri hvørja stund,
eg í barndómsheimi livdi glaður;
tøkk, at tygum førdu meg á fund
við hin góða Gud, sum øllum ræður.

3. Tøkk, mín móðir! fyri kærleik tann,
tygum niður í mítt hjarta løgdu;
tá ið syndamein sár í mær brann,
kærleikur tá sárið aftur grøddi.

4. Tøkk, mín móðir! – Tøkk, so sigi eg,
fyri kærleikin um allar ævir,
hann til Gud, mín faðir, leiðir meg,
tá útrunnin er mín lívsins dagur.

FavoriteLoadingGoym tekstin