Heima, heima, har er hvíldin

Orð: Lina Sandell
Lag: William H. Doane, Carl Bohlin, Leivur Guttesen
Týtt: Victor Danielsen

1. Heima, heima, har er hvíldin,
tá ið stríð er liðugt her,
heima, heima har hjá Gudi
søt og ævig gleði er!
Ferðist fram tí glaðir, brøður!
Lyftisorðið svíkur ei,
og vit stríða ikki heldur
fyri óvist mál, áh, nei!

2. Málið liggur frammanfyri,
leiðin er ei heldur long,
tó hon mangan dag ber oman
og er einslig, myrk og trong;
Jesus hevur vunnið sigur –
troystin dýr er okkum tað!
Tí í honum, bert í honum
sigurin er okkara.

3. Virkið tí, tit troyttu hendur,
knø, sum ristast, verið sterk!
Burtur vantrúgv, burtur ivi,
alt, sum oyðir Harrans verk!
Stutt er tíðin, sigur Orðið,
enn á hesum myrka stað,
tó várt arma, veika hjarta
mangan, mangan gloymir tað.

4. Troyttist ikki, latið okkum,
meðan enn vit hava tíð,
gera Harrans verk við gleði,
um enn gjøgnum mikið stríð!
Eftir møði kemur hvíla
og ein stór og ævig løn;
ikki er várt verk til einkis,
Harrin hoyrir vára bøn.

FavoriteLoadingGoym tekstin