Heimá og framá vit fylgjast í dag

Lag: Silas J. Vail
Týtt: Victor Danielsen

1. Heimá og framá vit fylgjast í dag,
staðin í trúnni vit sjá;
og fyri Guds ríki vit stríða so glað,
hvílu vit skjótt skulu fá.
Kongurin førir vár her,
vísur tí sigurin er;
ja, heimá og framá vit fylgjast í dag,
staðin í trúnni vit sjá.

2. Kongurin sendir á okkara veg
hjálp og mangt troystandi orð;
hann sigur: Ver tryggur, við tær eri eg,
stíg tú bert í míni spor!
Tann, sum á Gud hevur bygt,
hvílir í trúnni so trygt;
ja, Kongurin sendir á okkara veg
hjálp og mangt troystandi orð.

3. Hugfallist eingin, um stríðið er hart!
Sigurin størri er tá;
hoyr lyftið: Um trúgvur til deyðan tú vart,
krúnuna tá skalt tú fá!
Farið í stríðið tí trygt,
vísið ei iva, ei frykt!
Nei, hugfallist eingin, um stríðið er hart!
Sigurin størri er tá.

4. Lat okkum ferðast í bróðurskaps ond,
stíga í Meistarans spor!
Og sært tú, eg snávi, mær rætt tína hond,
tala eitt hjálpandi orð!
Ristist mín hond og mítt knæ,
styðja meg, tá tú sært tað!
Ja, lat okkum ferðast í bróðurskaps ond,
stíga í Meistarans spor!

5. Hugsið, tá einaferð málið er nátt,
heimið har uppi at sjá!
Tá heysta vit tað, sum við tárum er sátt,
eru sum droymandi tá,
standa við hørpu í hond
glað á tí skínandi strond;
ja, hugsið, tá einaferð málið er nátt,
heimið har uppi at sjá!

6. Prís veri honum, sum fongslið upp læt,
fangarnar frælsi læt fá!
Fast bundin av Satan í leinkjum eg sat,
inntil eg Gudslambið sá;
alt tað, sum lovsyngja kann,
syngi og tali um hann!
Ja, prís veri honum, sum fongslið upp læt,
fangarnar frælsi læt fá!

FavoriteLoadingGoym tekstin