Heima, tað er her

Niclas Johannessen
Orð og lag: Niclas Johannesen
Viðmerking: Staklag av fløguni “Vøkur er verðin” hjá Mariu á Lakjuni.

Enn ein ódn rakti í gjár
– fimta ódnin her í ár,
og nú eru vit øll móð.
Aldur skola burtur strond,
ikki eitt kríatúr í nánd.
Sjálvt æðurnar tær rýma nú.

Men eg elski henda stað,
henda dýrabara dag,
hesa løtuna við tær her foldum á.
Og á lívsins longu ferð
veit eg, heima – tað er her,
Og tá várið er, skal spretta ein summardá.

Tá so vónin liggur lág,
og eitt syrgið eygnabrá
hómast handan summarskrúð.
Summar byrðar berast ei,
leitast má á aðra leið.
Sjálvt fólkini tey rýma nú.

Men eg elski henda stað,
henda dýrabara dag,
hesa løtuna við tær her foldum á.
Og á lívsins longu ferð
veit eg, heima – tað er her.
Og tá várið er, skal spretta ein summardá.

FavoriteLoadingGoym tekstin