Heimferð Nólsoyar Páls

Janus Djurhuus
Orð: Janus Djurhuus
Lag: Knút Olsen

1. Ravnagorr yvir Beinisvørð,
skýdráttur, náttsól hálv –
Royndin hin Fríða mót heimastrond
í brotasjógvi og gjálv’.

2. Kappar fróir á bunkanum,
kátastur Nólsoyar-Pól:
dansur og skemtan í annað kvøld,
ástarleikur og ból.

3. Vreið kom Rán, klædd í glaðustrok,
so mjøllhvít og mikil sjón:
komin á fund tín, Jólsoyar-Pól
eg krevji títt bretska grón.

4. Komin á fund tín, Nólsoyar-Pól,
eg bjóði tær heim í nátt,
nú lystir mær og mínum døtrum
at hoyra tín Fruntatátt.

5. Ræddist ei reysti Nólsoyar-Pól,
Rán fekk frá skaldinum tøkk, –
gortini sungu heljarljóð,
og Royndin hin Fríða søkk.

6. Dagur kom aftan á níðingsdáð,
– sorg var í tjaldrafjøld –
ravnar rýmdu frá Beinisvørð,
tá ið helvt var gingin av øld.

7. Dagur kom aftan á níðingsdáð,
Beinisvørður í sól –
frítt stóð fjallið í grønum stakki:
rún um Nólsoyar-Pól.

8. Traðkast og trælkast føroyingar,
– fýrføttir fjakka um fjøll –
Fuglakvæðið tá Nólsoyar-Pól
flytur í Ránar høll.

9. Traðkast og trælkast føroyingar,
– missa mæli og mál –
muna skal annar Nólsoyar-Pól
mikil í brynju og stál.

FavoriteLoadingGoym tekstin