Heimferð

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag 1: Knút Olsen
Lag 2: Dan J. Højgaard
Lag 3: Eg minnist úr gomlum søgum
Viðmerking: Fyrstu ferð á prenti í Tingakrossi jóladag 1907 – tá við 24 4-reglu-ørindum.

1. Heysið mesan og stórsegl!
Nú heim eg sigla vil.
Á gronini størsta klyvar
og setið breiðfokku til!
Stýrismaður til róður,
tak stýrisvøl í hond!
So sigla vit gjøgnum sundið
frá Flatlands grønu strond.

2. Vitin hómast á Skaga,
hon gongur við rúkandi ferð,
froyðurin froysir frá bógnum,
so lætt gjøgnum streymin sker.
Floyin hongur í lepum,
hvína tey spenni og bond;
skúmandi fara tær bárur
og smildrast mót Skagans strond.

3. Bjørt skínur sól á himli,
Noreg er kavaklætt,
og havið, hitt ódnarmikla,
er vorðið so deyðaslætt.
Eg líti móti tí landi,
sum fedrarnir stýrdu frá;
eg kenni meg drignan at tí
ein sjáldsom, brennandi trá.

4. Tað stendur so stolt úr havi,
ódnarbart, kyst av sól.
Har settu Haraldur, Sverri
og Hákun sín kongastól.
Hagar føroyingar fóru
so manga stormandi ferð;
mangur av teimum har gjørdi
stálsetta roysnisgerð.

5. Vit skiltust frá okkara frændum,
ei kendist skilnarstund sár;
vit vóru ikki so frægir,
vit feldu eitt sorgartár.
Tó nú eru mangir í Føroyum,
sum minnast á gamalt grót.
Havið upp flagg fyri Noreg!
Vit eru av norskari rót.

6. Land í eygsjón! Hvat? Longu?
Hetland er tað, tú sært.
Hetland, hitt lítla landið,
altíð vart tú mær kært.
Har búgva okkara brøður,
sum vit av norskari rót,
og sárliga teir nú tráa,
aftur til gamalt grót.

7. Hetland, hitt fagra landið,
fagurt á sumri skrýtt,
stendur við lágum fjøllum
og brosar í havi blítt.
Sorgarbundið er brosið,
tí køvd varð hin dýrasta vón.
»Union Jack« yvir heygar,
ein tung, harmilig sjón!

8. Føroyar mítt føðiland Føroyar,
stolt stendur tú, tindur við tind,
og dagar upp móti himli
so undurføgur ein mynd.
Syngjandi fuglur er flogin,
tí byrjaður veturin er.
Krákan sveimar í dølum,
og másin umytstu sker.

9. Ikki kanst tú mær bjóða
so fagurt eitt fuglalag;
einans ein tokusveiptan,
regntungan vetrardag.
Tó eg av fullum hjarta
sigi tær tøkk fyri hann,
tøkk fyri komandi løtur
og tøkk fyri stund, ið rann!

10. Føroyar, tit eru mær kærar,
bæði í regni og sól,
vænar á jóansøku
og prúðar um myrku jól.
Nærri og nærri vit koma,
nú verði eg heima brátt;
so skal eg aftur seta
fót inn um egna gátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin