Heimin tak, men gev mær Jesus

Orð: Fanny Crosby
Lag: John R. Sweney
Týtt: Victor Danielsen

1. Heimin tak, men gev mær Jesus!
Heimsins gleði enda fær;
men hans náði, hon er ævig,
og hans troyst er altíð nær.

Niðurlag:
Áh, hvør høg og djúp hans náði,
áh, hvør stór hans miskunn er,
áh, hvør rík og full ein frelsa,
áh, tann friður, hann mær ber!

2. Heimin tak, men gev mær Jesus,
hægstu troyst mítt hjarta fann!
Um so villar bylgjur bróta,
er hann nær, eg syngja kann.

3. Heimin tak, men gev mær Jesus,
lat hans smíl meg altíð sjá!
Tá á øllum lívsins leiðum
troyst og frið mín sál skal fá.

4. Heimin tak, men gev mær Jesus!
Við hans kross mín hvíla er,
til eg har hans andlit síggi,
sum í trúgv eg tilbað her.

FavoriteLoadingGoym tekstin