Heimlongsul

Orð: Johan Chr. Nielsen
Lag: Boðar tú til allar tjóðir
Viðmerking: Yrktur í 1980.

1. Her í Flatlands høgu høllum
sita vit í ringum lag,
hugur vár mót Føroya fjøllum
sveimar bæði nátt og dag,
útlegdin gerst okkum long,
høga høllin tykist trong,
leingjast tí til landið kæra,
sum vit øll í barmi æra.

2. Leingjast vit til fjallalandið,
har ið bylgjan brýtur brøtt,
skolar eftir fjørusandi
upp í meitilbergið hátt,
ella tá ið havið kyrt
hvílir seg við klettin kvirt,
meðan alt í lýkku andar,
sólin fjallatoppin bradar.

3. Flagtakt hús og bygdagøtur,
tún og hjallar, bátar, neyst,
hugnaligar kvøldarløtur
hava seg í minnið fest.
Sólin hvarv um fjallatrom,
lampan undir bitan kom;
gamlir menn frá brøgdum siga,
meðan ungir lýða, tiga.

4. Meitilberg og lundaurðar,
grønar líðir, klettagrót,
svartfuglur og nátar, skurar,
deyðagras og hjálpirót,
stóra hav við bláan fjørð,
streymur, íður, fiskifør,
tað er Føroyar, móðurlandið, –
aldri kvettist barnabandið.

5. Gævi brátt tann dagur rennur,
tá vit aftur sigla heim,
hjarta mítt av tráa brennur
til at búgva har hjá teim,
sum eg fyrstu glæmu sá,
og tá eg skal foldum frá,
tá skal eg um ævi alla
hvíla sælur millum fjalla.

FavoriteLoadingGoym tekstin