Heimsins børn so mangan stað

1. Heimsins børn so mangan stað
hava, hvar tey njóta gaman,
skulu tá Guðs børn ei glað
syngja Harrans lov tilsaman!
Vil ei Harrin sjálvur vera
her við sínum einglaheri!

2. Jú, hann er her, himnaljóð
ljómar um oss nú her inni,
her er andans troyst so góð,
ljós hjá Jesusi vit finna;
Guð og gleði hoyra saman,
skuggi bert er heimsins gaman.

3. Grótu øll vit illa hýrd,
áður enn vit kundu tala,
Harrans orð um himnadýrd
særdu sál kann ugga, svala;
komu grátandi vit saman,
skildust vit við gleði, gaman.

4. Frelsari, ver okkum hjá!
Hvar vit syngja, hvar vit biðja,
tína dýrd lat okkum sjá,
ung og gomul gleð og styðja;
betur tá hvønn dag vit læra,
at hjá tær er gott at vera.

Símun av Skarði týddi

FavoriteLoadingGoym tekstin