Heimsins dagur mót kvøldinum líður

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Heimsins dagur mót kvøldinum líður,
frelsuboðið skjótt ævigt tagna man;
lýð á sangin frá skaranum frelsta,
syngjandi móti Himli fer hann:

Niðurlag: :,:Vilt tú við?
Vilt tú við,
tá Guð kallar tey trúføstu heim?:,:

2. Hygg hitt blóð, sum frá Frelsar’num flýtur,
tað kann reinsa teg hvítari enn snjó;
fyri teg leið Hann glatunnar kvalir,
fyri teg rann hitt frelsandi blóð!

3. Mangur endaði í heimsins bondum,
har í egnari styrki stríddust tey;
men so brast alt sum bant tey til heimin
og nú syngja tey loyst út úr neyð:

4. Hvussu leingi skal Frelsarin bíða?
Hví er hjarta títt afturlatið, kalt?
Náttin kemur, tá eingin kann bjargast,
og tú heystar tað, tú hevur valt!

FavoriteLoadingGoym tekstin