Heimsins lukku royndi eg at vinna mær

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Ókendur
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur 10. februar 1976.

Heimsins lukku royndi eg at vinna mær,
ongan frið hon inn í hjarta mítt tó bar;
sál mín royndi frið at fá;
men hon mátti friðleys gá,
ja, eitt vónleyst myrkur yvir henni lá.

Men ein dag tey frelsuboð tá bórust mær:
Jesus pláss í himli tilgjørt hevur tær;
trúgv á Jesu frelsugerð,
– trúgvin frið í hjartað ber,
lat so Jesus vera alttítt lív í verð!

Hesin boðskapur mær var sum einglamál,
upp til Jesus steig ein tøkk í míni sál,
tí hann vildi ofra seg,
líða deyðan fyri meg,
opna syndarum ein sælan himnaveg.

Mær í hjartað Jesus alla lukku bar,
og á spurningar hann gevur fullgreitt svar.
Tá eg legði meg á knæ
og í sálarangist bað,
fekk eg frið, tí Jesus leið jú í mín stað.

Tú, sum enn ei kennir henda frelsarmann,
tak ímóti honum, hann teg frelsa kann!
Lukku gevur heimur ei,
hann bert villir teg av leið;
Jesus bert kann fylla alt títt æviskeið!