Heimurin

Orð og lag: Uni Arge

Heimurin er øðrvísi enn heimurin hann var tá tú vart barn
tað dregur nú á luftina tú hugsar hvat skal henda her sum ikki hendi fyrr
vindurin er hvassari og ísurin hann tiðnar alt ov skjótt
men hvat er her at gera tá heimurin sær ræður
tú ert ein lítil maður sum bert vitjar her

Tey siga nógvar søgur um at friðurin er úti runt um kring
tey halda at tað versnaði og óttast fyri øllum tí sum nú henda kann
vit frætta alt so skjótt men ongin veit at siga longur hvat er satt
men hvat er her at gera tá valdið ei tú hevur
tú liggur mest og svevur og so droymir tú

Har í dreyminum er kærleikin tað størsta sum tú sær
har í blundinum er skaldskapur og orðini streyma móti tær
her í lívinum er nærleikin tann uggin sum tú altíð fær
og tú hugsar at tað góða at enda sigra má

Ein maður verður valdur til at stýra øllum tí sum stýrast kann
tú hoyrir hvat hann sigur og tú hugsar at tú hevur lisið alt hann sigur fyrr
hvør trýstir nú á knøttin man tað henda sum tey siga henda kann
hvat nyttar her at spyrja tá ongin nú fær svarað
ja sovna tú nú bara inn í aðra verð

Har í dreyminum er kærleikin tað størsta sum tú sær
har í blundinum er skaldskapur og orðini streyma móti tær
her í lívinum er nærleikin tann uggin sum tú altíð fær
og tú hugsar at tað góða at enda sigra má

FavoriteLoadingGoym tekstin