Heita náttin

Orð: Kári P.

Leygarkvøldið kom tú tá til mín
hey, hey, hey, kom tú tá til mín
eg havi bæði øl og brennivín
og heit er náttin.
eg havi bæði øl og brennivín
og heit er náttin

Tá tú kemur seti eg tað krav
á góða tak tú tuflur tínar av
tí heit er náttin.

Og um gamli spyr teg hvat tú vilt
so svarar tú “tað heila verður stilt”
tí heit er náttin.

Tá tú kemur upp til mínar dyr
lykilin hongur har hann plagdi fyrr
tí heit er náttin

Tá tú kemur í mítt kamar inn
har stendur glas við bæði øl og gin
tí heit er náttin

Mín gamli plátuspælari er frá
og hann skal spæla:
“Love me tender, love me true…”

Tá tú kemur upp í mína song
so gera vit ein purluthærdan drong
tí heit er náttin

Tá tey spyrja nær hann gjørdur var
so skalt tú bara geva hetta svar
“Jú heit var náttin”

FavoriteLoadingGoym tekstin