Hel er komið í hendi

Jóannes Patursson
Orð: Jóannes Patursson
Lag: Gud, tú sum øllum býður
Viðmerking: Sigst at vera yrktur á eini minningarveitslu, sum varð hildin í Havnar Klubba í sambandi við 100-árið fyri deyða Nólsoyar-Páls á sumri 1908.

1. Hel er komið í hendi,
her leyt eg happið stilla,
hetta var seinasta ferð.
Hetta var hinsti endi,
henda fórst ferðin illa,
fell so mín seinasta gerð.
Aldri fólkið aftur mítt eg fevni,
aldri brøttum oyum at eg stevni.
Ránar døtur reiðar nú í hevni
reiða kaldan beðin, feigdar evni.

2. Neyðin í nektaðum landi,
nítur mær enn í hjarta
sjón, tað eg seinast sá:
Fólkið í fátækt andi,
fjáltrið og dáðloysið svarta
sum marra á landsmonnum lá.
Bandið var so bondskligani bundið,
bótaleyst tað armóðsfólkið stundi,
linka ella loysa eingin kundi,
– lokur for durum og stongsil á hvørjum sundi.

3. Seigt er tó seggja slagið,
seiggi tú goymir í knotum,
tú ert tó av ramari rót;
um armóðin enn hevur ræðið,
um bølið enn liggur for skotum,
tær stendst tó alvæl til bót:
Tungu tína ei teir megna at týna,
treysti títt um stund skal ikki dvína,
onkuntíð tú ættarbrøgd vilt sýna,
at tú torir fram á vøllir trína.

4. Noyðist nú niður søkka
– níðingar mær hava banað. –
Skútan smildrað í sor.
Undan tó ei vildi røkka,
alvar – av fornum vana –
heima teir hæla sær spor.
Deyðsong mína dimmu teir yvirstíga,
dugnamenn ei vilja lata bíða;
elur tað heldur edilingum at stríða,
at eg gekk burtur og “Royndin” mín hin fríða.

FavoriteLoadingGoym tekstin