Heldur akker títt

Orð: Priscilla Jane Owens
Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Will your anchor hold?

1. Heldur akker títt, tá ið stendur á,
tá í stormi reisir seg bylgjan blá,
og tá streymur fossandi fer avstað,
liggur skip títt tá, ella drívur tað?

Niðurlag: Vit eiga akker, sum lítist á,
botnfast og trygt, er enn bylgjan há;
lyftið stendur fast, um alt annað fer:
Tann, ið trýr á Sonin, hann frelstur er!

2. Tað er sterkt og gott, tað kann lítast á,
tað kann væl mót stormi og streymi stá,
eingin ódn kann slíta tey tog so sterk,
einki svíkja kann, alt er Harrans verk.

3. Og tað svíkur ei, tá ið neyð er á,
tá ið grunnbrot boðunum siga frá;
um í broddi bróta tey krøppu brot,
liggur skip várt trygt, sum ei hoyrdist lot.

4. Enn í deyðans streymi tað svíkur ei,
á tí síðstu døpru og tungu leið;
um so náttin svørt okkum fjala skal,
tó várt akker heldur, vit liggja væl.

5. Tá so dimmið lættir, og kvirt er hav,
tá vit eru har, sum alt stríð er av,
har ei stormar ýla, ei bylgjur slá,
har ið lívsins ódn okkum ei kann ná.

FavoriteLoadingGoym tekstin