Helena hara

Orð: Alf Prøjsen
Týtt: Regin D. Patursson

Helena hara er so glað í dag.
Tá klokkan ringir spelar hon avstað,
slongir taskuna upp á sítt gráa skinn,
so niðan brekkuna og upp á fjallatind.

Long aftan og stutt framman.
Á sum hon rennur, sigur mamman.

Helena hara er so snotilig,
hon situr friðarlig og fylgir við,
bustar altíð tenn og er so fín og rein.
Hon tuskar sum eitt fok á hvítum fannum heim.

Helena etur bæði gras og lyng.
Hon er so kring at dansa runt í ring.
Tá tað frystir og er stilt – er lagið gott,
og mánin skínur á tær eina heila nátt.

Men ofta er Helena hara svong.
Á fjøru kemur hon at eta tang.
Tó, – hon noyðist hvørja ferð at hugsa um,
hvussu vamdamikið er við bilunum.

Mót’ jólum stákast tær við jólamat.
Tær snøgga holuna og hjálpast at.
Reinska veggirnar og feia alt útum.
Tað er so nógv at gera undan jólunum.

Helena strýkur sína skjúrtuflipp
og greiðir sær sín mjúka halasnipp.
Longu oyrini hon leggur afturá.
Bert nøsin er í dimmum – annars er hon grá.

Helena erpar sær, tá hon fer út.
Hon fær sær nógva ferð og bóltar rút.
Allan seinnapartin eru tær í sving –
skýmir, fer hon inn at gera skúlating.

Á fjallatindinum er bert og kalt.
Tann oyralanga sær og hoyrir alt.
Ovast uppi vetrarklødd hon situr nú
og bíðar eftir jólaaftan eins og tú.

Stutt framman – long aftan.
Hon gleðir seg til jólaaftan.

FavoriteLoadingGoym tekstin