Eg helt, at eg visti, hvat kærleiki var

Orð: Chr. Ludwigs
Lag: Johannes Beck
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg helt, at eg visti, hvat kærleiki var,
og góðan meg sjálvan sá,
men kom so í andanum á Golgata,
sá dómin Jesusi á.

2. Eg hoyrdi, hann bað fyri bøðlunum teim,
sum negldu á krossin hann;
tá fekk eg at skilja, at eg óndur var,
meg sjálvan aftur har fann.

3. Við krossin á Golgata fall eg á knæ,
um synd mína græt eg har,
meg harðan og kaldan sá í hjartans grund,
sá eg ein syndari var.

4. Har Jesus bar dómin, ið meg skuldi rakt,
hann, sum aldri gjørdi synd;
men Harrin meg vitjaði í somu stund,
læt upp mær eyguni blind.

5. Eg fekk har at hoyra tey lívsælu orð,
sum sálini veittu frið,
at tá ið Guds Sonur har bar heimsins synd,
bar mínar syndir hann við.

6. Tey fullu við hvíld yvir hjarta mítt har,
tey orð: Tað er alt fullført;
eg synd mína havi sæð, og Frelsarin
til Guds barn hevur meg gjørt.

FavoriteLoadingGoym tekstin