Henda friðleysa verð

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Henda friðleysa verð
onga gleði tær ber,
sum kann metta ta hungrandi sál.
Hvar tú vendir tær her,
tóm og spilt verðin er,
einans Jesus kann leiða á mál.

2. Um ein glotta tú sært,
og her viðgongd tú fært,
og tú trýrt, nú er endað títt stríð;
stokkut eydnan tó var,
hál hon háttaði sær,
eftir stóðst tú við sviðanum tí.

3. Eigur frið tú við Guð?
Funnið frelsunnar lut?
Er við lovsangi hjarta títt fylt?
Renna tár tær á kinn?
Boygt til jarðar títt sinn?
Jesus broyta kann alt, um tú vilt.

4. Tá tín sál syngur glað
í tí frígjørda rað,
prísar Jesus, sum frelsu tær bar.
Brúdleypsskrýddur tú gerst,
gjøgnum portrið tú fert
inn í himmalsku dýrdina har.

5. Sí, nú stundin er nær,
tá tú ferðarboð fær
heim til Himmalsins glitríka stað.
Onga sorg har tú sær’,
sál tín syngjandi har
prísar Guði í Himlinum glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin