Her eri eg

Orð og lag: Sólfríð Maria í Rók og Lív Justinussen
Viðmerking: Yrktur á summarlegu í Nesvík í 2009.

1. Her eri eg
klárur at renna.
Spentur eg eri,
tí Gud hevur sagt, at
hann hevur ein veg,
har nógv er at royna.
Eg kundi valt annað,
men eg velji Jesus!

Niðurlag: Bíblian hon vísir mær, hvønn veg eg fara skal.
Ikki er lætt at ganga har, men Jesus hjálpir mær,
tí við sínum anda hann vil fylla meg og vísa veg (x2)
-in heim.

2. Her eri eg!
So stuttligt tað er
at vera saman
við vinum mínum.
Vit spæla her
og Guds orð vit hoyra,
har Jesus meg velur.
“Og eg velji Jesus!”

FavoriteLoadingGoym tekstin