Orð: Heine Lützen
Lag: Jón Svein Heinesen
Her eri eg,
eri einki í sjálvum mær,
men tín nærvera dregur meg,
tín náði loyvir mær nær.
Eg vil bert prísa tær
og altíð æra teg,
í ævir prísa tær,
tí at tú frelsti meg.
Tú dómin tókst á teg,
og tú opnaði ein veg,
tí við tín deyð’
kann eg nærkast tær í dag.

