Her ert tú kvinna

Holgar Jacobsen
Orð og lag: Holgar Jacobsen

Her ert tú kvinna ið eg vildi finna
og taka teg heim í mín favn
nú kalt er úti og frosti hart bítur
eg leggi teg inn í mín favn
og vit tendra eitt ljós av elskhug
kveikja kenslumátt av lívsins gevandi kraft

Her er tú drotning av miklari tign
við lívsins eydnuspæl
vindarnir blæsa og bera mær boð
at hetta er deyðilig urt
og vit tendra eitt ljós av elskhug
kveikja kenslumátt av lívsins gevandi kraft

Ofta tú brýnir tann innasta mátt
manndómsins tráan má hava tað gott

Leikar á gólvinum lystig og løtt
minnir um spælandi køtt
kenslurnar blotna og eymt kennist sinn
eg lovi nú Erosi inn
og eg varpi eitt vet av trega
er tað soleiðis eg sjálvur vil liva

FavoriteLoadingGoym tekstin