Her hoyrist heyst

Orð: Sólrun Michelsen
Lag: Julian Rasmussen

her hoyrist heyst á rútunum
og leyv ber brá av brandi
brátt vindurin um nætur lær
og burturi har eingin sær
nú brýtur fram við landi

vit goyma horvna summarverð
við sól og løtum vátum
eitt sorgblítt ljóð frá eini lógv
og silvurblankan bláan sjógv
við spjaddum fjarðarbátum

her kólnar lot og fýkur leyv
um kenslur tún og føtur
og gráin gjøgnum veggir fer
hitt ljósa niðurballað er
í skýming stillar løtur

FavoriteLoadingGoym tekstin