Her í bygdini

Dolores KeaneMartin Joensen
Orð og lag: Dolores Keane
Týtt: Martin Joensen
Upprunaheiti: In a Town This Size

Niðurlag: Her í bygdini tú kanst ei goyma teg.
Hvar tín leið teg ber, altíð kendur tú er!
Stjelur tú ein muss, stoytir tú ein sjuss,
skjótur slaturin fer her í bygdini.

1. Tá tú fert á barr vakin eygu fylgja tær.
Urtapottar á vakt vita alt, tú hevur sagt,
– hvat tú gert og hvar tú fert, hvat tú fekst á tín tallerk!
Um tú fært tær eina øl, gita tey promillutøl!

2. Ert tú koyrdur út? Gevur konan tær krút?
Tú fært einki fjalt, skjótt veit øll bygdin alt!
Dettur tú útí, ja, so vita tey øll hví!
Grannin fær eitt prei, um tað passar ella ei.

FavoriteLoadingGoym tekstin