Her komi eg

Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

Her komi eg við fullari ferð.
Fangar tú nú meg.
Eg havi eina tasku við einum kambi og einum saksi.
Ja, nú klári eg meg.

Minst til tína paraply, sum altíð verjir teg.
Ja, nú fari eg.

Eg leni meg ímóti einum garði.
Eg veit, eg standi og stari.
Men eingin sær tað.
Ellars hevði eg fari avstað.
Eg fari at fáa mær Hitlerskegg,
og so fari eg at raka tað vekk.

Eg havi yvirnatúrlig evnir,
so ger meg til kong, áðrenn eg fari í song.
Tá eg komi til himmals og einaferð møti tær,
so sigi eg við teg.

Eg eri farin út um portrið.
Eg veit ikki, hvussu nógv eg orki.
Men eingin veit tað.
Ellars hevði eg farið avstað.
Eg fari at fáa mær Hitlerskegg,
og so fari eg at koyra tað vekk.

Her siti eg við einum krússi av te.
Banka tú bara meg.
Og renn eftir mær, og flenn eftir mær.
Eg hopi, at tú doyrt

FavoriteLoadingGoym tekstin