Her og nú

Lena AnderssenMartin Joensen
Orð: Lena Anderssen
Lag: Ólavur Højgaard
Týtt: Martin Joensen

Eftir dimma ælið
trein sólin fram so klár.
Veturin fór eftir hæli
og aftur birtist vár.
Morgunroðin vitjar aftur
eftir náttarmyrkrid svart.
Uttan myrkur einki ljós
– halt sinnið bjart!

Ein nýggj rósa sprettir
har onnur følnað er!
Og um bert tú gáar eftir
kanst tú broyta hesa verð.
Allar gávur fært tú aftur,
sum tú av hjarta gav.
Beiskt og søtt tey fylgjast jú
– liv her og nú!

Ferðin er jú strævin,
so tak ei ov nógv við.
Tað einasta, eg má hava,
er teg við mína lið.
Tá ið stormar ýla
tú finnur skjól hjá mær.
Og um tú vilt teg hvíla,
eg ansi tær.

Allar gávur fært tú aftur,
sum tú av hjarta gav!
Beiskt og søtt tey fylgjast jú
– liv her og nú!

FavoriteLoadingGoym tekstin