Her savnast vit nú um títt orð

Lina SandellPetur Jacob Sigvardsen
Orð: Lina Sandell
Lag (5. mars 2007): Knút Olsen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1961.

Her savnast vit nú um títt orð
sum børn um teirra faðirs borð.
Vit biðja teg av hjartans grund:
Ver okkum hjá í hesi stund!

Vit vilja hoyra, tala tú,
tað, okkum tørvar, veit oss nú;
tín náðarstreymur reinsi øll,
fyll, Halgi Andi, hesa høll!

Verj vára oyru, eygu við,
og skapa tú tín hjartafrið,
so hugsan vár tó ikki má
langt út í viðu verøld gá.

Vit biðja teg av hjartans grund:
Tú signa hesa halgu stund;
lat metta oss Gudsorðsins breyð,
so hvørvur øll vár sorg og neyð.