Her sum eg standi

Uni Arge
Orð og lag: Uni Arge

Her sum eg nú sjálvur standi
tað suðar og løtan er góð
at hyggja út yvir alt landið
eg ongantíð tryggari stóð
tað lyftir og lívgar at skilja
at verðin kann veita tær sjón
sum í teg kann kveikja ein vilja
og geva tær heilt nýggja vón
sum í teg kann kveikja ein vilja
og geva tær heilt nýggja vón

Eg livi lívið og leiti
og eg finni okkurt viðhvørt
men meira eg leiti eg fati
at alt rundan um meg er stórt
innan og uttan ein kensla
sum eg ikki kann greiða frá
so alt sum eg valdi at trúgva
er tað sum eg enn byggi á
alt sum eg valdi at trúgva
er tað sum eg enn byggi á

Hvar er at finna tann vissa
sum vit leita eftir hvønn dag
hvat er at vinna og missa
vit spyrja og spyrja um tað
vit hugsa vit tosa vit skriva
men fáa vit nakrantíð svar
hvat um nú vit bara liva
so finna vit svar kanska har
hvat um nú vit bara liva
so finna vit svar kanska har

FavoriteLoadingGoym tekstin