Her

Martin JoensenÓli Poulsen
Orð: Martin Joensen
Lag: Óli Poulsen

1. Her dagur mín er.
Her háhús seg hevja.
Ljós, larmur og fer­ð,
sansirnar krevja.
Her treingist.
Mær leingist
at finna svar.

2. Í fjøldini her standi eg.
Býarljós bleiktra,
eg síggi teg veittra.
Tær í hølum gangi eg,
í fremmandum landi.
Gott at eg fann teg.
Leið tú meg.

3. Tá eg hyggi út
á asfalt og neonljós,
regndropar á rút,
nú dagurin dimmist,
mær leingist.
Her treingist.
Eg finni einki svar.

4. Skuggar skunda sær framvið.
Munnu teir finna sálarfrið?
Jagrastandi eydnu á nátt
á gyklaragøtu,
stokkuta løtu
gangandi.

FavoriteLoadingGoym tekstin