Herbergið

Páll Oddur Lamain Rubeksen
Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

Vit eru heimleysir, og vit hava ongar pengar.
Renna runt í Havnini, sum nakrir ólukku fangar.
Fólk tey flenna, tá vit koma framvið.
Aldrin er tað nakar, sum situr við okkara lið.

Vit búgva á Herberginum. Vit hava eina heila madrass í part.
Vit gingu einaferð í skúla, men har hava vit einki lært.
Vit búgva á Herberginum. Vit hava eitt heilt jogurt í part.
Vit dugdu einaferð at arbeiða, men nú hava vit
gloymt alt, sum vit hava lært, sum vit hava lært.

Her eru grønlendarir. Tað kemur ein nýggjur hvørt ár.
Og teir verða genspleisaðir, tá eggini eru klár.
Ja ja, fólk tey flenna, tá teir koma framvið.
Aldrin er tað nakað, sum situr vit teirra lið. Jaja.

Vit búgva á Herberginum. Vit hava eina heila madrass í part.
Vit gingu einaferð í skúla, men har hava vit einki lært.
Vit búgva á Herberginum. Vit hava eitt heilt jogurt í part.
Vit dugdu jú einaferð at arbeiða, men nú hava vit
gloymt alt, sum vit hava lært, sum vit hava lært,
sum vit hava lært, sum vit hava lært.

FavoriteLoadingGoym tekstin