Hesar oyggjar

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Eg havi ferðast víða í suður og norð
Og undrast hvussu fólk tey kunnu liva
Har framtíðin er óviss og fátæk eru kor
Tað elur í mær samhuga og iva
Mítt land í vøkrum búna, mín mentan og mítt skil
Men tosa vit um rættindi er Føroyar ikki til
Og mín hugur flagsar skerdur tá úr Føroyum

Vit hava reikað víða við meiningum á ferð
Og kenslur vinna sess á høgum tingi
At bjarga okkum sjálvum ein sannleiki tað er;
ta gávu vit her heima ikki fingu
Hvønn vit skulu lasta ella takka fyri tað
Í útlegd fóru dreymarnir og stoltleikin á knæ
Og sum flytifuglar uttan heim í Føroyum

Men hvør eigur hesar oyggjar,
hvør eigur hetta hav
Hvør eigur eina framtíð nú í Føroyum

Her reka nakrar oyggjar, ein lítil fáment tjóð
Og bylgjur bróta inn at tíðarsandi
Eitt túsundára kvæði sum fosturlandið kvóð
Sum eigur lív í føroyingum kring landið
Frælsi er ein kensla og viljin krevur sítt
Føroyar skulu taka lut og merkið veittra frítt
Sum í mótburði og logn
Hetta landið fekk í ogn
So at verðin hon gerst ríkari av Føroyum

Tí vit eiga hesar oyggjar vit eiga hetta hav
Vit eiga eina framtíð nú í Føroyum

FavoriteLoadingGoym tekstin