Í hesi tíð tær tørvar frelsu

Orð og lag: L. E. Jones
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Í hesi tíð tær tørvar frelsu,
í hesi tíð tær nýtist eitt akker!
Ver vísur í, fullvísur í,
at hellubotnur er tín akkersgrund!

Niðurlag: Tann grund er Jesus, ja, tað er Hann,
tann grund er Jesus, ja, eina Hann!
Ver vísur í, fullvísur í,
tann hellubotnur er tín akkersgrund!

2. Í hesi tíð Guðs Orð er neyðugt,
í hesi tíð tað ljóðar treyðugt!
Ver vísur í, fullvísur í,
tann hellubotnur er tín akkersgrund!

3. Í hesi tíð eg eri glaður,
eg doyptur varð, á, hvør ein dagur!
Ver vísur í, fullvísur í,
tann hellubotnur er tín akkersgrund!

4. Í hesi tíð Hann er mín frelsa,
í hesi tíð Hann er mítt akker!
Eg veit nú vist, ja, fult og vist,
tann hellubotnur er mín akkersgrund!

FavoriteLoadingGoym tekstin