Í hesi verð vit eru einans gestir

Orð og lag: S. H. Rawley
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Í hesi verð vit eru einans gestir,
eitt lítið bil bert varar lívsins ferð!
Lat einki her, o, Guð, mítt hjarta binda,
sum forðar mær og burt av leið meg ber!

2. Hvat bilar tað, at ferðin roynist torfør,
hon varar bert eitt stutt og stokkut bil.
Men síðan skal so mikið meira signað,
Guðs gleðisdýrd mær ævigt hoyra til.

3. Tú undrandi meg mátar: Kann hann vera
eitt satt Guðs barn, ein Brúður Jesu Krists?
Men, á, tú sært jú ferðarbúnan bara,
og ikki brúðarkyrtil mín, so vist!

4. Tá deyðin meg so einaferð avklæðir
mítt síðsta plagg av ferðarbúnanum
og eygað brestur, hjartað slær ei meira,
eg flyti heim til Guð í Himlinum!

5. Tá skal eg ævigt eins og sólin skína
í størri dýrd enn øll tess glitran her!
Tá Harrin Jesus heintar heim Sín Skara,
tá skal eg ævigt, ævigt vera Hans!

FavoriteLoadingGoym tekstin