Hetta árið er komið at enda

Orð: Svenning av Lofti
Lag: Hann er mín songur, mín gleði

1. Hetta árið er komið at enda,
allir sunnudagarnir við.
Eina tøkk vit til Harran nú senda,
latið okkum tí øll syngja við.

Niðurlag: Eg elski sunnudagsskúlan,
ja, hann so kærur mær er.
Eg elski sunnudagsskúlan,
hann boðskap um Jesus ber.

2. Henda boðskapin tykkum vit bera,
tí vit trúgva á Frelsaran,
og vit ynskja, at hetta skal gera,
at tit eisini trúgva á hann.

3. Størri gleði vit als ikki hava,
enn at tit ganga Jesusar veg,
fylgja honum í orðum og lívi,
tæna honum, sum ofraði seg.

FavoriteLoadingGoym tekstin