Hetta er alt

Líka síðan tá vit vóru ung,
hildu vit saman í bert eina stund.
Sum ein dreymur á himmalinum bláa
tú vart tað besta eg kundi fáa.

Hetta var ein tíð – uttan klandur og stríð!

Komu hesar tíðir aftur,
tá ið alt var bara látur.
Hevði eg lagt meg á knæ
og hopa at tú segði ja.

Nú eru vit vaksin og farin hvør sín veg,
men í dag eg hugsi um teg.
Aftur á teir dagar tá vit vóru nær,
eitt kærleiksminni ógloymt í mær.

Hetta var ein tíð – uttan klandur og stríð!

Komu hesar tíðir aftur,
tá ið alt var bara látur.
Hevði eg lagt meg á knæ
og hopa at tú segði ja.

FavoriteLoadingGoym tekstin