Hetta er landið

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Hetta er landið her er ongin vandi
Nei ikki í nógv nógv ár
Tey framtíðarræddu og umhvørvisskaddu
Til frælsi ei fjøldin er klár
Ov fáment at skilja ov veik til at vilja
At byggja og verða ein tjóð
Á beitinum tjórað forkelað og fóðrað
Har kunnu vit standa góð

Í tí sama vit vassa vit nøla og nassa
Og mæla í ókomna tíð
Vit brúka og biðja vit takka og tiga
Og fávitskan spyr ikki hví
Tess fleiri vit eru eru hini tey seru
Sum koyra landið av kós
Tað gamla og farna tað trygga og varna
Í landsuðri dagar ljós

Tað politiska jabbið og kritiska sjabbið
Vit læra at liva við
Vit røða og skrifta at tíðirnar skifta
Tað manglar bert seinasta stig
Tann arvin vit havna vil fjøldina savna
Sum fagnar og livir tann dag
Tá innastu stongslar valdið ei fongslar
Men sveima fritt avstað

FavoriteLoadingGoym tekstin