Hetta landið er mítt

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Regin Dahl

1. Hetta landið er mítt,
hetta landið er títt,
sum tað liggur í havi
so fagurt og frítt.
Her er heimið hjá mær,
her er heimið hjá tær –
og tað sigur við teg:
“Tú skalt minnast meg altíð
um allan tín veg.”

2. Her ið Tróndur hann var,
átti skúla og búgv
her ið Sigmundur bar
fram ta ljósastu trúgv;
her við havgyrdu strond
undir hamarsins rond
aldist Sverri til mans.
Og væl minnast vit treysti
og víðskygni hans.

3. Her fór Heinason fram,
týndi ránsmanna lið.
Var enn eydnan tær gramm,
vanst tú landinum frið,
til tess skaddutung skýggj
fjaldu líðir og stíggj,
fjaldu summarsins sól.
Høgdi glotta í skadduna
Nólsoyar Pól.

4. Sigla skútur um fjørð,
føra farmar í havn,
hina grønkandi jørð
tekur havið í favn.
Frítt er heimið hjá mær,
frítt er heimið hjá tær,
várt fosturland er
fyri okkum tað besta,
ið heimurin ber.

5. Hetta landið er mítt,
hetta landið er títt,
og tað liggur í havi
so fagurt og frítt.
Eittans sigur tað mær,
eittans sigur tað tær:
“Ver á tínari ferð
slíkur maður, ið heiður
at heiminum ber.”

FavoriteLoadingGoym tekstin