Hevði eg veingir, so fleyg eg avstað

Lag: Thomas H. Bayly
Týtt: Victor Danielsen

1. Hevði eg veingir, so fleyg eg avstað,
heim til mín Gud, heim til Gud,
inn í hin bjarta, hin æviga dag,
heim til mín Gud, heim til Gud,
hvítar sum snjó eru hallirnar har,
følnaðar blómur har aldri ein sær,
svunnin er náttin, sum her niðri var. –
Heim til mín Gud, heim til Gud!

2. Aldri har rennur eitt iðranar tár
í Himmalheiminum har;
lívssólin skínur so bjørt og so klár
í Himmalheiminum har;
svunnin er sorgin og sárini grødd,
gráturin køvir ei har vára rødd,
inn at Guds hjarta vit halla várt høvd
í Himmalheiminum har.

3. Ei skulu vinir tá skiljast sum her
í Himmalheiminum har;
gleðin og friðurin valdandi er
í Himmalheiminum har;
lívsáin rennur har glitrandi fríð,
har á gullgøtunum gloymt er alt stríð,
tá verður gleði, ei endar tann tíð
í Himmalheiminum har.

4. Har ljóðar songurin betur enn her;
kom hagar, kom hagar, kom!
Markað til deyða alt her niðri er;
kom hagar, kom hagar, kom!
Fagurt er staðið, sum Jesus tær beyð,
har sløkkist sorgin, og gloymd er øll neyð,
har blómar rósan í Saron so reyð;
kom hagar, kom hagar, kom!

FavoriteLoadingGoym tekstin