Hevur alla nátt tú prísað Guð

Orð og lag: Ylva Eggehorn
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Hevur alla nátt tú prísað Guð’
og glett Hann við heilagum dansi?

Kom, lat meg tváa tykkar’ føtur, systkin!

2. Hevur saman við brøðrum og systrum tú
borið burtvilstum boð um frelsu?

3. Og gekst tú á skitnum gøtum her,
sýndi treingjandi systkjum tín kærleik’?

4. Og gongur tú særdur og tyngdur av sorg
av ávum, sum systkin tær voldu?

5. Og rennur á kinnum mangt sorgartár,
tí tú hevur svikið tín Harra?

6. Og viltist tú burt av Sannleikans Veg,
og leingist nú at koma heim?

7. Á, Harri, Tú, sum gjørdist her tænari oss alra,
reinsa okkum so vit ei søkja várt egna – men Teg!

Kom, tváa várar føtur, á, Harri og Guð!

FavoriteLoadingGoym tekstin