Hevur frið við Guð tú funnið og er sál tín endurfødd?

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Hevur frið við Guð tú funnið og er sál tín endurfødd?
Ert tú doyptur fult við vatni og við Ond?
Tú, sum dag og nátt má streva, gera bót og betra teg,
roynir altíð sjálvur loysa tíni bond!

Niðurlag: Trúgv á Jesus, tað Guðs Lamb,
sum breyt syndarinnar bann,
og sum rópti út hin dag’: Tað er fullgjørt!
Kom og gev teg fult til Hann,
sum eitt Ævigt Lív tær vann;
tann, sum trýr, skal síggja megi Guðs og dýrd!

2. Alt ov leingi hevur tú nú dvølt við Rómarbrævið 7,
og tú gert alt tað, tú sjálvur ikki vil’!
Flyt nú til kapittul 8 frá fordøming, trælkan, neyð,
tí tá gerst tú tað, teg Andin leiðir til.

3. Tá tú hoyrir onnur gleða seg og syngja Guði prís,
tekur tú teg burt og bara finnist at!
Lat ístaðin hjartað vera fylt við lovsangi og prís,
Himmalarvurin, Hann vann tær, er jú tín!

FavoriteLoadingGoym tekstin