Hevur hond tú lagt á plógvið, eygu móti Himli vent

Orð og lag: Lennart Lind
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Hevur hond tú lagt á plógvið, eygu móti Himli vent,
við Guðs fólki skundað tær avstað í trúgv?
Lít at Jesu særdu hondum, jaga ivans myrkur burt,
millum ljós og myrkur finst ei nøkur brúgv!

Niðurlag: Afturum tú ei mást líta móti Sodómslættanum,
fyri lívi tínum flýggja – skunda tær!
Lít at Morgunstjørnu Orðsins, Andin leiða skal teg fram,
Harrin Jesus nýggja kraft skal geva tær.

2. Hoyr, hin røddin eyma ljóðar, Jesus kallar: Fylg tú Mær,
far frá nót og báti, faðir, móðir við!
Eftir Orði Tínum, Harri, fari eg avstað í trúgv,
nú eg veit, ja, víst eg veit, at Tú ert við!

FavoriteLoadingGoym tekstin