Hevur leið tín á fold verið vónleys

Orð og lag: Odd Bergum
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Hevur leið tín á fold verið vónleys,
merkt av sakni og ongum kærleika?
Onga meining við lívinum funnið,
og tíni ár burturblakað og spilt?

Niðurlag: Ár burtspilt, tonk, burtspilt uttan meining,
livd í tómleika, myrkri og frykt!
Á, vend um, ja, vend um, søk Guðs frelsu,
Hann kallar teg til eitt lív so ljóst og trygt.

2. Á, hví liva í vantrúgv og pínu,
halda á við at reika um í kvøl?
Ivans skuggar teir myrkja títt hjarta,
lat trúgv á Guð heldur lýsa upp títt sinn.

3. Søk tú vísdóm og svar í Guðs Orði,
lat tað vera títt ljós á lívsins leið.
Gev nú upp alla mótstøðu, drálan,
spill ei títt lív burt á syndanna leið.

FavoriteLoadingGoym tekstin