Hevur lívið her á foldum

Orð: Árni Jacobsen
Lag: Mosie Lister

1. Hevur lívið her á foldum
nakran frið og sanna gleði givið tær?
Hevur tú nú funnið hvílu í tí fragd,
sum tú í heimsins rúsi fær?
Ella leitar tú í loyndum eftir tí,
sum tær friðin geva kann?
Harrin Jesus til reiðar stendur.
Tak móti honum, trúgv á hann.

Niðurlag: Negldur á ein kross
varð hann einans fyri lív at vinna tær.
Negldur á ein kross. „Tað er fullgjørt!“
fyri teg hann rópti har.
Tað var náði Guds til syndaran,
á krossi varð opinberað tær,
og henda náði er ævig,
á kross hann negldur varð.

2. Við at søkja heimsins brunnar
longri burtur tú í syndamyrkrið fór,
og tú veitst, at fyri Gudi og hans hásæti
er syndaskuld tín stór.
Tak í dag tað stóra stigið,
Jesus rættir tær naglamerkta hond.
Hann skal æviga frelsa teg,
til fulnar hann loysir tíni bond.

FavoriteLoadingGoym tekstin