Hevur perluna dýru tú funnið

Orð: Robert Karlsson
Lag: Gunvor Haag
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Hevur perluna dýru tú funnið,
hennar’ æviga virði tú sæð?
Hevur Jesusi hjartað tú givið?
Kanst tú siga: Hann mín er í dag!

Niðurlag: Tann, sum leitar, hann finnur;
tann, sum biður, hann fær!
Syndabyrðan burt svinnur,
frið í hjartað tú fær!

2. Hevur selt alt í heimi, tú eigur,
vrakað hansara fáfongd og spæl,
fyri bert hesa perlu at ognast?
Tá av sonnum tín sál her gerst sæl.

3. Ert tú vaknaður úr tínum svøvni?
Vent tær burtur frá tómleika, synd?
Hevur vakra juvelin tú vunnið,
er væl Frelsarin dýrgripur tín?

4. Hesa perluna eg havi funnið,
havi virði og dýrd hennar’ sæð!
Nú mítt hjarta er Jesusi givið,
Hann er mín! – kann eg siga í dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin