Hevur stavnhald tú sett tær í Himli

Orð og lag: F. W. Suffield
Týtt (1986 á tjaldferð í Søltuvík): Kajfinn Hammer

1. Hevur stavnhald tú sett tær í Himli
og frá heiminum vent alt títt sinn?
Kanst tú siga: Eg prísi Tær, Jesus,
tí Tín friður í hjartað kom inn?
Sært tú tey, sum her tóku við trúnni
geva upp, og tú mótfallin er;
á, lít ikki at teim,
men tí Himmalska heim’,
– Guð enn á Trónuni er!

Niðurlag: Guð enn á Trónuni er,
ei gloymir Hann børn Síni her,
hóast roynslunnarstundir,
á, tonk, hvat eitt undur,
at aldri áleina tú er!
Guð enn á Trónuni er,
ei gloymir Hann børn Síni her,
hoyr Hans lyfti til tín:
Tú í ævir ert Mín!
– Guð enn á Trónuni er!

2. Kæra sál, ert tú troytt og uppgivin?
Tykist lívið so trupult hjá tær?
Tykist vegurin roynslunnarsamur,
og av vinum her svikin tú var?
Á, far fram fyri Guð tá í loyndum,
Honum sig alt, sum tyngir teg her;
tá tú biður til Hann,
víst Hann svara tær man!
– Guð enn á Trónuni er!

3. Um tú býrt her í kroysu og smáttu
lítið virdur av menniskjum her,
tó ein bústað til tín, skalt tú vita,
í Guðs Staði til reiðar Hann ger!
Tað, Hann har hevur goymt Síni Brúður,
tað man bera av øllum í verð;
allan prís har Hann fær,
Hann, sum synd vára bar.
– Guð enn á Trónuni er!

4. Hann í himmalsins skýggjum skal koma,
tað er lyftið, Hann gav, tá Hann fór;
sum teir sóu Hann fara til Himmals
skal Hann koma, – hvør stund dýr og stór!
Nú Hann drálar, kann vera tú hugsar:
Hevur meg, Sína Brúður, Hann gloymt?
Nei, Hans Orð stendur fast:
Skjótt í skýnum Hann sæst,
– Guð enn á Trónuni er!

FavoriteLoadingGoym tekstin