Hevur tú á Harran trúð?

Victor Danielsen
Orð og lag: Philip P. Bliss
Týtt: Victor Danielsen

1. Hevur tú á Harran trúð? –
Altíð meir er eftir;
kennir náðivegin tú? –
Altíð meir er eftir.
Uppi aldri náðin er –
altíð meir er eftir;
frítt tær Harrin frið sín ber –
altíð meir er eftir.

Niðurlag:
Meir og meir, meir og meir,
altíð meir er eftir –
ómáld náði, hvønn dag nýggj –
altíð meir er eftir.

2. Hevur tú kent Jesus nær? –
Altíð meir er eftir;
býr hans troyst í brósti tær? –
Altíð meir er eftir.
Vísti kærleik sín tær hann? –
Altíð meir er eftir;
har sum náðikeldan rann,
altíð meir er eftir.

3. Hevur Andans mátt tú roynt? –
Altíð meir er eftir;
milt hann virkar, tíðliga, seint –
altíð meir er eftir.
Dýr er Andans fylling sterk –
altíð meir er eftir;
dýrabart er Andans verk –
altíð meir er eftir.

FavoriteLoadingGoym tekstin