Hevur tú ei rúm til Jesus

Orð: Daniel W. Whittle
Lag: C.C. Williams
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Have you any room for Jesus

1. Hevur tú ei rúm til Jesus,
hann, sum syndir tínar bar?
Nú hann bankar á títt hjarta,
hvat fær hann til svar frá tær?

Niðurlag: Rúm til Jesus, rúm til Jesus!
Svara skjótt og kallið lýð!
Lat á víðan vegg upp dyrnar –
drála ikki! Enn er tíð.

2. Rúm til spæl og rúm til arbeið;
men til hann, teg elskaði,
einki rúm í tínum hjarta,
tó hann doyði fyri teg?

3. Hevur tú ei tíð til Jesus,
hann, sum kallar nú í dag?
Nú, júst nú er tíð at svara,
men í morgin – hvør veit tað!

4. Gev nú tíð og rúm til Jesus!
Náðistundin endar brátt;
skjótt skal eingin rødd teg kalla
í tí tungu, døpru nátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin