Hevur tú hómað heimin tann

Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
Lag: Bjørgfinnur Nielsen

1. Hevur tú hómað heimin tann
– tú sum spelknast í heimligum túni –
har atomspreingiknøttarnir opna
sína veldigu eiturkrúnu.

2. Hevur tú hómað tað vísdómstræ,
hvørs greinar brenna og brima,
sum reis í lýggjum passatvindi
upp frá heimunum í Hiroshima.

3. Hevur tú hómað heimin, sum
skapast av heilans gráu ondum?
Heimin, ið ger atomir úr
skýlandi móðurhondum.

4. Hevur tú hómað tað vísdómstræ
við krúnu av eitrandi eimi,
sum breiðir seg út yvir londini,
so bið fyri hesum heimi!

FavoriteLoadingGoym tekstin